Ársins álitisfólk 2018

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

14/02/2018

Hevur tú hug at velja ársins álitisfólk 2018?

 

Á aðalfundi felagsins 2016 var tosað um, at velja ársins álitisfólk. Felagið hevur tikið hetta til sín, tí vit meta, at arbeiðið sum álitisfólk gera, er av alstórum týdningi – bæði fyri felagið, limir og leiðslur. Eitt arbeiði, ið kanska ikki altíð verður nóg virðismett. Vit skulu tí sjálvsagt heiðra okkara egnu.

 

Nevndin er komin fram til at brúka niðanfyri standandi fortreytir fyri at velja ársins álitisfólk.

 

Royndir sum álitisfólk – Virkin í fakfelagshøpi – Arbeitt fyri at vart rættindi og skyldur hjá starvsfólki/felag.

 

Vit heita á limir okkara um at senda okkum innstilling, hvønn tey meta eigur at verða kosin ársins álitisfólk. Í uppskotinum skal stutt verða greitt frá hví tit halda at tann, ið tit skjóta upp, skal fáa heiðurin sum ársins álitisfólk.

 

Send felagnum ein teldupost við tínum/tykkara uppskoti til anar@sjukrarokt.fo

 

Uppskotið skal verða  felagnum í hendi í seinasta lagi 21. februar 2018.

 

Tað er nevnd felagsins, ið tekur avgerð um, hvør fær heiðurin. Nevndin tilskilar sær rætt til sjálv at koma við uppskoti, um hvør skal gerast ársins álitisfólk, um hon heldur tað verða neyðugt.

 

Ársins álitisfólk verður heiðrað  við einum gávubrævi á aðalfundinum 10. mars 2018

 

 

Vegna Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar

Óluva í Gong, forkvinna