Á heimasíðu Javnarfloksins (j.fo) hevur landstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, aftursvar til grein hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum snýr seg um mismunin, ið verður gjørdur á pensjónistum, vegna sokallaðu mótrokningarreglunum. Í svarinum stendur millum annað, at “…sjúkrarøktarfrøðingar hava valt, at pensjón teirra skal útgjaldast sum lívrenta, og tí óttast tey fyri, at við broyttu mótrokningini í pensjónssemjuni verða tey revsað, ið hava valt lívrentu”. Víðari stendur, at “Her er helst talan um eina misskiljing”.
Her er als ikki talan um nakra misskiljing. Hinvegin er talan um ein veruligan, staðfestan ótta. Vit taka eitt dømi við tveimum pensjónsuppspararum, ið hava spart upp somu upphædd og nú nærkast pensjónsaldri. Vit siga, at annar fær alla sína pensjónsuppsparing útgoldna sum eina lívrentu og meðan hin uppspararin fær alla sína pensjónsuppsparing útgoldna sum kapitalpensjón (eitt eingangsútgjald). Tá er strórur munur á, hvørja fólkapensjón hesir uppsparararnir fáa, gerast teir pensjónistar undir pensjónsnýskipanini.
Siga vit, at tann fyrri fær útgoldið eina árliga lívrentu á kr 120.000 (kr 10.000 um mánaðin), verður fólkapensjónin lækkað við kr 15.000 árliga. Hjá tí, sum spardi alt upp sum kapitalpensjón, verður fólkapensjónin ikki lækkað. Við øðrum orðum er revsingin kr 15.000 árliga fyri at hava valt skynsomu lívrentuna, og ikki at hava valt spekulativu kapitalpensjónina, ið gav ein skattafyrimun.
Gamaní fáa báðir pensjónistar eina hægri pensjón, gerast teir pensjónistar í 2020 ístaðin fyri í dag og tað er hetta, ið Eyðgunn svarar uppá í grein síni. Hetta er tó ikki kjarnin í málinum. Av tí at uppspard kapitalpensjón ikki verður tald við í inntøkugrundarlagnum, ið er avgerandi fyri, í hvønn mun fólkapensjónin verður lækkað, verður hesin spekulanturin løntur, meðan tann skynsami uppspararin, ið valdi lívrentuna, verður revsaður.
Eyðgunn hevur rætt í, at sum frálíður kemur kapitalpensjónin at fylla minni og at hesin týðilig mismunur tí hvørvur, sum frálíður. Hetta er bara als ikki viðkomandi fyri limin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum, ið nærkast pensjónsaldri. Tað slepst ikki undan, at hesin verður revsaður, fyri at hava valt, at fáa alla pensjónsuppsparingina útgoldna sum lívrentu.