Mikudagin var almennur framløgudagur á Sjúkrarøktarfrøðideildini, har nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir løgdu fram um bachelorritgerðinar. Framløgudagurin er ætlaður til vitansdeiling,.
Nógv spennandi og relevant evnir eru viðgjørd í ritgerðunum. Alt evni sum eru komin úr einari undran sum hesi lesandi hava frá praksis.Súsanna Mortensen helt røðu og handaði nálinar frá skúlanum.
Felagið nýtti møguleikan at ynskja teimum nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum tillukku og handaði teimum eina gávu, rósu og nál felagsins.
Hátíðarløtan endaði við, at Mia Petersen, sum arbeiðir hjá VEKS, helt røðu, har hon bjóðaði øllum til arbeiðis mánadagin – brúk var fyri øllum førleikunum sum hesu nýggju sjúkrarøktarfrøðinganir hava tilognað sær.
Síðan bjóðaði deildin fyri sjúkrarøktarfrøði okkurt gott til góman.
Bachelorritgerðir, sum vóru lagdar fram.
Manja Johansen, Lena Hvítklett og Rannvá Laksáfoss
”Palliativ røkt á vanligari seingjadeild”
Katrin Fredriksberg, Rebekka Norðoy, Herfríð Midjord og Anna Vest
“Avvarðandi at apopleksiraktum – teirra tørvur í relatiónini við sjúkrarøktarfrøðingin”
Siri V. Rasmussen og Angelique Punzul
“Faktorar, ið órógva svøvnin hjá innløgdum sjúklingum”
Lisa Nattestad Lamhauge og Durita Hansen
”Fyribyrging av trykksár”
Dania Bertelsen og Birita á Roykheyggi
“Hugburðurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum á røktarheimum til avvarðandi hjá búfólkum”
Ebba Lisberg Hansen, Kerstin Laksáfoss, Dagmar í Heiðunum og Sunnrið Nielsen
“Sálarlig heilsa útfrá einum heilsufremjandi sjónarhorni”
Birita Dahl og Reidunn Magnussen
”Evidensbaserað sjúkrarøkt á einum eillis og røktarheimi”
Brynhild Restorff, Rakul Guðjónson og Diana Strøm
“Mein á mannveru og frælsi mans”
Mikkelina Djurhuus og Jóhanna Persson
”Forðingar fyri at veita nøktandi munnrøkt”
Fýra myndir frá degnum síggjast her.