Her er enn ein brellbiti í samband við ráðstevnuna “Tað lønar seg”
Ráðstevnan verður hildin í samband við at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður 30 ár 1. oktober.
Tað er ongin yvirskipað lógaráseting fyri sjúkrarøktini í Føroyum.Tað leiðir til spurningin um, hvat politiska skipanin ynskir av sjúkrarøktini, sum er so stórur partur av heilsuskipanini í Føroyum.
Tað fara vit at hoyra um á ráðstevnuni 4. oktober. Sirið Steenberg landstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, kemur at halda fyrilestur um evnið. Sirið hevur, umframt drúgvar royndir við tingarbeiði, eisini hollan kunnleika um sjúkrarøkt. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt m.a. sum bæði heimasjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur og verið leiðari í Heilsuskúla Føroya eitt tíðarskeið.
Sirið Stenberg helt røðu á ráðstevnu hjá Horratio (organisatión, psykiatriskir sjúkrarøktarfrøðingar í europa) í Norðurlandahúsinum, har hon greiddi frá orsøkini til, at hon fór upp í politikk. Hon hevði í arbeiði sínum sum sjúkrarøktarfrøðingur upplivað ein skeivleika í teimun tilboðum, ið vóru veittir borgarum, m.a. alt eftir, hvar tey búðu í landinum. Politiskt arbeiðir Sirið áhaldandi fyri betri atgongd til eins viðgerðarmøguleikar fyri øll.
Tað verður spennandi at hoyra, hvat landstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum fer at siga, um týdningin av yvirskipaðum politikki fyri sjúkrarøktini í Føroyum.