Soljóðandi skriv er handað stjóranum á lønardeildini í dag
Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boða frá víðkaðum arbeiðssteðgi galdandi fyri:
- Allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða á B6 á Landssjúkrahúsinum.
Galdandi frá hósmorgni 16. november 2017 kl 07:00.