Í dag hittust álitisumboð hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Á degnum hevði Suni Poulsen, psykologur eitt upplegg um strongd og hvat eigur at verða gjørt við tað. Á degnum var breið semja um, at nú er nok tosað um strongd, vit mugu flyta okkum víðari til hvat skal gerast við trupulleikan.
Álitisumboðini nýttu eisini høvi at ynskja Elisabeth Hansen hjartaliga tillukku við “Dronningens Tjenestemedalje” og handaðu henni eina lítla gávu. Elisabeth Hansen hevur verið álitisumboð hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á ONH-deildini á Landssjúkrahúsinum í mong ár, tó ikki líka leingi, sum hon hevur verið í starvi á Landssjúkrahúsinum.