Røktargóðska og sálarliga arbeiðsumhvørvið

Í februarmánaði sendu vit eitt spurnablað út til allar virknar limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Hetta spurnablað var í høvuðsheitum uppbygt eftir tí valideraða Copenhagen Psychosocial Questionnaire, og snúði seg um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, heilsuna og røktargóðskuna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Burtur úr hesari kanning eru gjørdar fýra frágreiðingar. Hetta er fyrsta av hesum fýra, og snýr seg um samanhangin millum røktargóðskuna og sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tvær tær næstu frágreiðingarnar snúgva seg um samanhangin millum sálarliga arbeiðsumhvørvið og ávíkavíst strongd og tunglyndi, meðan tann seinasta vísur tey einstøku úrslitini í mun til arbeiðspláss.

Sjúkrarøktafrøðingar eru ein av teimum størstu starvsbólkunum innan føroyska heilsu- og almannaverkið, og nevnast kann, at fyri hvønn lækna starvast fimm sjúkrarøktarfrøðingar á sjúkrahúsunum. Sjúkrarøktafrøðingar hava harumframt ofta tættasta og mest støðuga sambandið við brúkaran, og tí er sjúkrarøktafrøðingurin og røktargóðskan grundleggjandi fyri tryggleikan í føroyska heilsu- og almannaverkinum.

Gransking uttanlands vísir, at metingin hjá sjúkrarøktafrøðingum av røktargóðskuni á arbeiðsplássinum er eitt eftirfarandi mát. Eitt nú hava granskarar í Noregi í einari kanning av nærum øllum norskum sjúkrahúsum funnið samanhang ímillum, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar meta røktargóðskuna og sjúklingadeyðatalið (Tvedt et al. 2014). Í Amerika hava granskarar somuleiðis kannað samanhangin millum røktargóðskuna og sjúklingaúrslit. Í einari kanning av 16.241 sjúkrarøktafrøðingum á 396 sjúkrahúsum var ein greiður samanhangur millum røktargóðskuna og ávíkavíst sjúklinganøgdsemi, -deyðatalið og deyða av komplikatiónum. Fyri hvørji 10% fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, ið mettu røktargóðskuna sum betri enn góða, lækkaðu líkindini fyri, at sjúklingurin doyði eftir 30 dagar ella av komplikatiónum, við 5%. Somuleiðis hækkaði nøgdsemið hjá sjúkinginum við 3,1 stigum á einum stiga frá 0-10 (McHugh og Stimpfel 2012).

Har er sostatt ein samanhangur millum, hvussu stórur brotpartur av sjúkrarøktarfrøðingum metir røktargóðskuna at vera betri enn góða, sjúklingadeyðatalið og -nøgdsemi.