Álitisfólkini hjá felagnum vóru í gjár og í dag kunnað um støðuna í samráðingunum um nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið.
Í gjár vóru álitisfólkini í Suðri kunnað, og í dag vóru hini álitisfólkini á skrivstovuni hjá felagnum og fingu kunning um støðuna.
Hósdagin í síðstu viku var boð sent eftir semingsmanninum, tí ein knútur var komin á, beint fyri at sáttmálin skuldi skrivast undir.
Semingsmaðurin hevur boðað frá, at hann fer at royna seming.
Í fyrsta lagi hevur hann havt fundir við báðar partar