Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Landsstýrið hava í kvøld undirskrivað nýggjan sáttmála.
Seminginsmaðurin legði uppskot fyri partarnar, sum báðir partar valdu at góðtaka.
Sáttmálin byggir á sama karm, sum hini feløgini hava samráðst seg fram til. Nakrar broytingar er gjørdar, og onkrar nýggjar ásetingar eru komnar inn í nýggja sáttmálan.
Óluva í Gong, forkvinna í FFS og Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum, skrivaðu undir nýggja sáttmálan.
Les nýggju semjuna her