Soljóðandi skriv bleiv handað stjóranum á lønardeildini fríggjakvøldið aftaná at Terje Sigurðsson, semingsmaður, endaði semingsroyndina ímillum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og FMR.
Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá víðkaðum arbeiðssteðgi galdandi fyri:
· Sjúkrarøktarfakligar varastjórar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.
· Leiðaran á Uttanlandstænastuni.
· Depilsleiðarar á Kirurgiska deplinum og Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
· Allar deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum við undantikið á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Meðan arbeiðssteðgur er, noktar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sínum limum at luttaka í sjúklingaflutningi.
Hesin arbeiðssteðgur er galdandi frá mánamorgni 6. november 2017 kl 08.00.