Seinnu árini, hevur eingin munur verið á skattliga, um pensjónsútgjald kom úr Danmark ella úr Føroyum. Orsøkin til hetta var, at avtala var millum føroyskar stovnar og danskar stovnar um, at tá pensjónsútgjald kom frá t.d. PKA til lim í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, búsitandi í Føroyum, var gjørligt, at flyta hetta um skattaskipanina. Hetta førdi við sær, at TAKS kundi skatta pensjónsútgjaldið sum A-skatt og tá pensjónsgjaldið kom, nýttist limurin ikki at hugsa meira um hetta.
Fyri stuttari tíð síðani, var hendan mannagongd broytt, uttan at okkara felag á nakran hátt varð kunnað um hetta. Felagið hevði tí heldur ikki møguleika at ávirka avgerðina um broyttu mannagongdina.
Avleiðingin er, at tað ikki longur er praktiskt gjørligt, at flyta pensjónsútgjøldini um skattaskipanina og harvið skatta tey sum A-skatt. Kortini eru pensjónsútgjøldini skattskyldug og tískil mugu tey skattast. Sum støðan er nú, er einasti møguleiki at skatta pensjónsgjøldini sum B-skatt. Hetta er óheppið fyri limirnar í okkara felagi, sum fáa pensjónsgjøld úr PKA.
Sostatt mugu limirnir í løtuni, tíverri, vera virknir og rinda B-skatt av pensjónsútgjøldunum. Fyri at skatturin kann ásetast so neyvt sum gjørligt, er av týdningi, at limurin setur seg í samband við TAKS og kunna tey um, hvussu nógv ein væntar at fáa útgoldið í pensjón, sum skal B-skattast.
Felagið er sera harmt um hesa støðu, men fer at kanna møguleikan fyri, at hesi viðurskifti kunnu broytast, soleiðis at vit aftur fáa skipan, sum minnir um gomlu skipanina, tá pensjónsútgjøldini vóru skattaði sum A-inntøka. Vónandi verður hetta broytt aftur soleiðis, at limurin ikki nýtist at vera virkin, tá skattur skal gjaldast. Eydnast hetta frætta tit nærri um hetta seinni.