Forkvinnan og nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vilja við hesum takka tykkum øllum, sum hava stuðlað okkum í okkara stríði fyri betri løn til sjúkrarøktarfrøðingar Í Føroyum.
Vit hava fylgt væl við í øllum viðmerkingum og kjaki á sosialu miðlunum. Nevndin hevur ikki havt møguleika at tikið lut í kjakinum og gjørt viðmerkingar. Men hetta hevur havt stóran týdning fyri okkara áhaldni í hesum stríði.
Vit hava við hesum sett líkaløn til kvinnufakini í brennidepilin, og vit hava staðið saman. Vit eru ikki komin á mál, men vit hava minkað um skeivleikan. Stríðið er ikki av, men saman standa vit sterk.