Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum møttust á Semingsstovninum kl 14:00 í dag, har partarnir skuldu koma við svari til semingsuppskotið, ið var lagt fyri partarnar týsnáttina kl 01:00.
Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur vrakað semingsuppskotið.
Semingsstovnurin hevur samstundis endað semingsroyndina.
Hetta er sera álvarsamt, og nevndin viðgerð í løtuni støðuna.