Lívið sum giktasjúkur og sum avvarðandi hjá giktasjúkum kann hava sínar avbjóðingar. Tíbetur hevur økt vitan borið við sær, at giktasjúklingar ikki longur verða mett sum letingar, men framvegis eru avbjóðingarnar bæði stórar og nógvar. Ikki minst hjá teimum, sum eru um giktasjúk.
Tað eru Ulrik Tarp og Mogens Pfeiffer Jensen, sum eru millum fremstu serfrøðingarnar innan giktaøkið, sum hava almennan fyrilestur í Løkshøll í Runavík 2. juli.
Leygardagin 2. juli skipar Giktafelagið fyri fyrilestri í Løkshøll í Runavík, har tveir danskir serfrøðingar fara at greiða frá um gikt. Innihaldið í fyrilestrunum verður breitt um gikt, íroknað slitgikt, motivering til kropsliga rørslu, kostvanar og lívsstíl sum heild, umframt viðgerðarmøguleikar og framtíðarútlit hjá giktasjúkum.
Ulrik Tarp er leiðandi yvirlækni og lektor dr.med. á reumatologisku deild á Aarhus Universitetshospital og hann er formaður í RADS, ið er serstakt ráð fyri nýtslu av ofta dýra heiliváginum, sum kann vera neyðugur hjá giktasjúklingum.
Mogens Pfeiffer Jensen er yvirlækni við Ph.D innan giktaøkið, og hann starvast sum kliniskur lektari á reumatologisku deild á Aarhus Universitetshospital.
Fyrilesturin hjá teimum báðum byrjar klokkan 16.30, og roknast kann við, at tiltakið tekur á leið tríggjar tímar. Soleiðis er eisini gjørligt hjá eitt nú sandoyingum og suðuroyingum at koma til tiltakið og sleppa heim aftur sama dag.
Tað er Giktafelagið, sum skipar fyri tiltakinum, ið er stuðlað av UCB Nordic. Tiltakið er alment, og tað er ókeypis atgongd.