Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar skurðsjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá hósdegi 19. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deild:
- Skurðdeildin á Suðuroyar sjúkrhúsið
vegna
Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong, forkvinna