– Eg gleði meg til aðalorðaskiftið um menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið og síggi fram til, at løgtingsfólk fara at seta lokalpolitikk og egináhugamál til viks, tí tað er tað vit eru vald her til – annars kann mann stilla upp til býráðspolitikk.
Hetta segði Siri Stenberg (T), landsstýriskvinna, undir viðgerðini av ólavsøkurøðuni hjá løgmanni.
Ruth Vang (Fr) segði, at hennara varðhugi var, at millum starvsfólk í sjúkrahúsverkinum valdaði vónloysi, og at starvsfólk hava ikki álit á, at politiska skipanin klárar at loysa uppgávuna at menna sjúkrahúsverkið.
– Starvsfólk yppa øksl, tí menningarætlanin er bara eitt álit, segði Ruth Vang.
Landsstýriskvinnan tóktist taka viðmerkingina í álvara.
– Um tað er rætt, at tað er vónloysi at síggja, so skal tað takast í álvara. Har sum vónloysi hevur fingið fastatøkur er eingin framtíð, segði Siri Stenberg. Hon setti sítt álit á, at aðalorðaskiftið fór at vísa, at politiski viljin er til staðar.
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur (F) segði, at hon hevði boðað frá, at hon tók undir við tilmælunum í menningarætlanini, men treytin var, at tað ikki skuldi verða ein leiðslu, men ein leiðsla á hvørjum sjúkrahúsi.
Siri Stenberg segði, at tað var rætt, at arbeiðsbólkurin ikki hevði sum uppgávu at hyggja eftir leiðslubygnaðinum. Men tá hoyringssvarini komu inn, so stóð í næstan øllum svarunum, at neyðugt var at hyggja eftir leiðslubygnaðinum fyri at fáa gjøgnuført fleiri av tilmælunum.
– Sjálvt um eg ikki altíð havi verið so áhuga í hesum, so eiga vit at tora at taka kjakið um leiðslubygnað. Tí hetta arbeiðið, sum nú er gjørt, er við til at framtíðartryggja øll trý sjúkrahúsini, tí eiga vit ikki at vera bangin fyri tí orðaskiftinum, segði Siri Stenberg, landsstýriskvinna.
Aðalorðaskiftið verður væntandi tíðliga í heyst um menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið.
Menningarætlanin kann lesast her.