Í nógv ár hava sjúkrarøktarfrøðingar strembað eftir javnsettum lønarviðurskiftum við aðrar fakbólkar á sama útbúgvingarstøði, uttan at hetta hevur eydnast. Um sjúkrarøktarfrøðingar skulu fáa løn, ið er ájavnt fakbólkum á sama útbúgvingarstøði, skal tað í núverandi samráðingum gerast eitt stórt lop í lønarvøkstrinum.
Verður ikki ein munandi lønarvøkstur við hesar samráðingarnar, er vandi fyri stórum fylgjum í samband við framtíðar útbúgving innan sjúkrarøktarfrøði. Lønarliga loysir tað seg als ikki samanborið við aðrar útbúgvingar á sama útbúgvingarstøði. Eisini er tað andsøgn millum høgu krøvini, sum útbúgvingarliga, samfelagsliga og í altjóða høpi verða kravd av sjúkrarøktarfrøðingum, og lønarlagið, sum er í dag.
Tað søguliga virði av kvinnufakum er lágt mett!
Søguliga hevur lønarlagið innan siðbundnu kvinnufakini verið lágt, samanborið við siðbundnu mannfólkafakini. Kynsbýtið innan fakini seinnu árini er tó nakað broytt, eitt nú hjá lærarum og læknum. Tað vísir seg at vera ómetaliga trupult at rætta skeivleikan í lønarlagnum.
Seinast í 1960’unum var lønarstigin hjá alment løntum lagdur av danska ‘Tjenestemandskommissionen’. Kvinnur vórðu tá flokkaðar 18% lægri enn menn á sama útbúgvingarstøði. Avgerandi grundgevingin var, at menninir vóru uppihaldarar.
Gransking vísir á ymiskar orsøkir til skeivleikar í lønarlagnum, sum ikki eru rættaðir
Eitt nú vísir www.Lontjek. dk (Wagelndicator Fundation) á, at tað ofta eru menn, sum sita við samráðingarborðini og sum tí hava avgerðarrættin.
Hetta er tó ikki galdandi í Fíggjarmálaráðnum, har kvinnur sita á hægstu rók og harvið hava avgerðarrættin. Kortini er tað ein sannroynd, at tað hevur ikki eydnast ígjøgnum samráðingar at fáa sjúkrarøktina virðismetta, so tað speglast aftur í lønini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Her sæst hesin skeivleiki, tá hugt verður eftir lønarlagum hjá øðrum fakbólkum á sama útbúgvingarstøði.
Hóast alt, so eru lønarviðurskifti ikki nøkur náttúrulóg, men ein politisk avgerð!