Nógv fólk vóru komin saman í Kongshøll í dag fyri at heiðra nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum, sum í dag høvdu framsýning av postarum sum lýsa bacheloruppgávunar tær hava skrivað til endaligu próvtøkuna.
Í ár hava 14 lesandi staðið útbúgvingina, og kunnu nú kalla seg sjúkrarøktarfrøðingar.
Áhugaverdu evnini sum skriva varð um vóru “At liva við typu 2 diabetes”, “At røkta menniskju við persónsmenskuórógvi”, “Avbjóðingar í interkulturella samskiftinum”, “Heilsufrøðingurin og børn við sálarligum avbjóðingum” og “Andalig umsorgan”.
Dagurin endaði við einari hátíðarløtu har Annemi Joensen, útbúgvingarleiðari og Gunnvá Guttsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum hildu røðu fyri teimum nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum. Eisini helt Súsanna Hendriksdóttir Olsen nýggjur sjúkrarøktarfrøðingur røðu.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar handaði okkara nýggju starvsfeløgum nál frá felagnum og nýtti høvi at ynskja teimum hjartaliga tillukku.