Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri sjúkrarøktarfrøðingar frá hósdegi 29. oktober 2020 kl. 15:00 fyri:
Sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeild A3 á Landssjúkrahúsinum
Sjúkrarøktarfrøðingar á dagskurð á Landssjúkrahúsinum
Sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Undantikið deildarleiðarar og varaleiðarar á nevndu deildum