Góðu sjúkrarøktarfrøðingar og lesandi
Fyrst stóra tøkk fyri tykkara arbeiði, serliga í hesum tíðum, har tit gera eitt megnar arbeiði fyri heilsuverkið/heimatænastu og eldraøkið.
Tit eru lyklapersónarnir móti coronavirusinum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil eisini vísa samfelagssinni, og hevur tí gjørt eina seravtalu við Fíggjarmálaráðið.
Semjan byggir á verandi sáttmála, tó við teimum undantøkum, ið eru nevnd í semjuni m.a. broyting í arbeiðsgongd, har møguleiki er fyri at skipa arbeiðið í minni bólkar og longri vaktir. Hetta avmarkar vandan fyri smittuspjaðing ímillum sjúkrarøktarfrøðingar, og vil hetta minka um vandan fyri, at eitt stórt tal av sjúkrarøktarfrøðingum verða settir í sóttarhald. Hetta er alneyðugt um heilsuverkið/heimatæanastunar og eldraøkið framhaldandi skulu tryggja øllum borgarum ta hjálp teimum tørvar, og eisini taka sær av tí økta røktartørvi sum kann koma av covid 19 virusinum.
Semjan er send øllum álitisfólkum.
Eins og tit eru vit á felagnum til arbeiðis, men orsaka vegleiðingum frá Landslæknanum síggja vit helst at tit ringja og ikki koma inn á felagið