Viðtøkur  fyri Sjúkrarøktaretiska Ráðið[1]

  • 1. Sjúkrarøktaretiska ráðið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur til uppgávu:
  • At varðveita og menna etiska støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi
  • At vegleiða um etisk ivamál, sum limir og/ella nevnd felagsins leggja fyri rá

Ráðið kann harumframt av sínum eintingum taka spurningar um sjúkrarøkt sum heild upp til viðgerðar og metingar. Nevnd felagsins verður í einstøkum málum kunnað um niðurstøðu ráðsins.

Stk. 2. Ráðið avger sjálvt, um tað kann viðgera eitt mál, sum verður lagt fram fyri Ráðið. Tó kann ráðið ikki viðgera mál sum sambært viðtøkunum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skulu avgerast aðrastaðni í felagnum. Í ivamálum kann ráðið útvega sær ummæli frá nevnd felagsins um málið.

Stk. 3. Aðalfundurin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ásetir yrkisetisku leiðreglurnar eftir tilmæli frá ráðnum. Ráðið hevur skyldu til regluliga at endurskoða yrkisetisku leiðreglurnar og um neyðugt gera uppskot til broytingar.

  • 2. Í ráðnum eru í mesta lagi 7 limir.

Stk 1. Val til Ráðið fer fram annaðhvørt ár á ársaðalfundinum hjá Felagnum Føroyskir  Sjúkrarøktarfrøðingar, sum verður hildin í mars/apríl mánaði.

Stk. 2. Valevni skal verða útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við minst tvey ára

Stk 3. Evstamark fyri uppstilling er 1 februar kl 16.00.

Stk. 4. Nevndin skipar seg sjálv við forkvinnu, næstforkvinnu, kassameistara, skrivara og nevndarlimum

Stk. 5. Limir ráðsins mugu ikki sita í øðrum álitisstørvum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Stk. 6. Valskeiðið er 4 ár.

Stk. 7. Tríggir og tveir limir standa fyri vali aðru hvørja ferð. Um fráfall er í ráðnum, kann nýggjur limur veljast á næsta aðalfundi í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

  • 3. Ráðið ásetir sjálvt virkisskrá sína.
  • 4. Ráðið gevur nevnd felagsins frágreiðing um virki sítt síðst í desember mánaði á hvørjum ári. Ráðið ger sjálvt av, um frágreiðingin skal almannakunngerast øll sum hon er ella partvíst.
  • 5. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ber útreiðslurnar av virki ráðsins sambært fíggjarætlan, góðtikin á ársaðalfundinum.
  • 6. Roknskaparárið hjá Sjúkrarøktaretiska ráðnum er álmanakkaárið. Ráðið skal skipa fyri, at nágreiniligur roknskapur verður førdur yvir allar inntøkur og útreiðslur. Ráðið skal syrgja fyri, at roknskapurin verður latin FFS saman við ársfrágreiðingini
  • 7.Viðtøkubroytingar skulu góðtakast av nevndini FFS

 

[1] Samtykt á FFS nevndarfundi hin 25 januar 2023

SER viðtøkur januar 2023