Brennir tú fyri fakfelagsarbeiði, so hevur tú møguleikan nú at stilla upp til nevndarvalið í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Tveir nevndarlimir standa fyri vali í ár.
Hevur hetta tín áhuga, send felagnum so nakrar reglur um hví tú ynskir at stilla upp
Uppstillingin skal sendast til anar@sjukrarokt.fo
og skal verða felagnum í hendi seinast 1. februar kl 16:00.
Nærri kunning um sjálvt valið, ið verður talgilt, kemur í Vøku í februar.