2020 er árið sum heimsheilsustovnurin (WHO) hevur útnevnt at verða ár sjúkrarøktarfrøðinga. Orsøkin til útnevningina er, at WHO ynskir at varpa ljós á týdningin av sjúkrarøktarfrøðingum kring allan heim fyri heilsustøðuna hjá øllum heimsins borgarum.
Nú standa vit í einari støðu har tað er eyðsýnt fyri øll hvønn týdning sjúkrarøktarfrøðingar hava fyri samfelagið.
WHO sigur, at corona er ein pandemi og flestu londini kring okkum hava tikið umfatandi og neyðug stig fyri at tálma smittuspjaðing.
Eisini Føroyar hava tikið umfatandi stig fyri at verja eldru og veikastu borgarnar í samfelagnum.
Øll sum kunnu arbeiða heimanífrá eru biðin um at gera tað. Bert tey fólkini sum eru alneyðug á arbeiðsmarknaðinum skulu til arbeiðis.
Tað eru vit sjúkrarøktarfrøðingar sum eru alneyðugir í hesu støðu. Ikki bert til tað arbeiði sum vit gera til dagligt, men eisini til at taka okkum av teimum sum fara at hava tørv á innleggingum í samband við corona smittu og teimum eftirsjúkum sum kunnu fylgja við.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fylgir neyvt gongdini og er í samskifti við sjúkrarøktarfakligar leiðslur kring landið um støðuna. Eisini samskiftir felagið við álitisumboðini. Trupla støðan, sum sjúkrarøktarfrøðingar standa í nú hava sjálvandi nógvar spurningar við sær, og felagið heitir tí á sjúkrarøktarfrøðingar um at venda sær til álitisumboðið um ivaspurningar eru.