Pennurin er sterkasta svørið – og nú er tíðin, at hvessa pennin Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Sjúkrarøktaretiska Ráðið  savna saman tilfar, sum er skrivað av sjúkrarøktarfrøðingum um føroyska sjúkrarøkt. Tað er Sprotin sum ritstjórnar og gevur út í bók.   Endamálið við bókini, er at lýsa sjúkrarøktina upp á ymiskar mátar, soleiðis at føroyski borgarin…

Sjúkrarøktaretiska Ráðið á rundferð

Í junimánaða skipar Sjúkrarøktaretiska Ráðið fyri tiltøkum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn. Øll til tøkini byrja kl 19.00 og enda kl 21.30 Innihaldið er hitt sama øll støðini: Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur,  heldur fyrilestur  undir heitinum “Yrki, aldurisma og storytelling” Aftaná verður  høvi at kjakast um evnið Síðan skipar SER fyri dialogi út frá…

Sjúkrarøktaretiska Ráðið 30 ár

Innbjóðing til 30 ára hald hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum Í samband við, at tað í ár eru 30 ár síðan, at Sjúkrarøktaretiska Ráðið var sett á stovn, verður skipað fyri móttøku á sjálvum føðingardegnum hjá Florence Nightingale og altjóða degnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar Fríggjadagin hin 12 mai kl 13.30 Parnassið Hotel Hafnia   Skrá 13.30  Ingun Gaardbo,…

Takk fyri søgur og stuðul

Vit í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum eru so ógvuliga takksamar fyri, at stuttsøgukappingin fekk so góða undirtøku og at so góð úrslit spurdust burturúr. Sum sjúkrarøktarfrøðingar eru vit vanar at skriva, ikki minst í samband við dokumentatión. Tað eru nokk fleiri við okkum, sum tó uppliva, at dokumentatiónin skal verða so stutt og ofta verður so sundurbýtt,…

Vinnararnir av stuttsøgukappingini hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum eru funnir

Súsanna Funding vann 1. virðisløn í stuttsøgukappingini við søguni “Stjørnan á himmalhválvinum” Dómsnevndin sigur soleiðis um søguna: “Vit í dómsnevndini eru á einum máli um, at stuttsøgan á sannførandi og hugkveikjandi hátt lýsir sjúkrarøktarfrøðingin bæði sum fakpersón og menniskja í eini sera truplari støðu. Hon signalerar ein fakligan stoltleika, eina tilvitan um at vilja gera…

24 sjúkrarøktarfrøðingar á skriviskeiðið

Í gjár møttu 24 hugagóðir sjúkrarøktarfrøðingar til skriviskeið í Sjóvinnuhúsinum, fyriskipað av Sjúkrarøktaretiska Ráðnum. Tað var Marjun Syderbø Kjelnes, rithøvundur, sum hegnilsiga leiddi sjúkrarøktarfrøðingarnar í gjøgnum eina 3 tímars langa skriviprosess, við nógvum góðum hugskotum og ráðum annars. Marjun hevur sjálv royndir við at skriva fiktión við støði í sínum yrki sum sjúkrarøktarfrøðingur. Fyrst stuttsøga…

Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar og lesandi

Um tú er sjúkrarøktarfrøðingur ella lesur sjúkrarøktarfrøði og hevur ein lítlan rithøvund í tær, skriva so eina stuttsøgu. Tað er lítið til av skrivligum tilfari um arbeiðisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum og tí skipar Sjúkrarøktaretiska Ráðið fyri eini stuttsøgukapping. Endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk…