Nú verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum fer inn í triðju viku, er enn einki, ið bendir á, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur støðuna í álvara.
Á fundinum fríggjadagin sló Jørgen Niclasen fast, at Fíggjarmálaráðið krevur, at munurin á lønini hjá sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum bólkum við somu útbúgvingarlongd, skal varðveitast. Síðan hevur hann alt vikuskiftið á sosialu miðlunum hildið á at grugga málið við at draga lønarhækkingina við seinastu samráðingar uppí.
Samstundis tryggja sjúkrarøktarfrøðingar støðugt, at sjúkrahúsini ikki gerast ótrygg við at lata tey undantøk, ið eru neyðug.
Hetta merkir, at alt alneyðugt virksemi heldur á, meðan landsstýrið hevur lagt seg afturá, og mest tykist at fegnast um spardar lønarútreiðslur, ið betra um hallið á fíggjarlógini.
Tað tykist sum av tí, at verkfallið ikki beinleiðis rakar Fíggjarmálaráðið, eru tey líkaglað. Men er Sambandsflokkurin eisini líkaglaður?
Sambandsflokkurin fór til val uppá viðgerðartrygd, men í løtuni vaksa bíðilistarnir hvønn dag, meðan løgmaður bara hyggur at, og letur Jørgen stýra.
Vit hava fíggjarligu orkuna at vera í verkfalli í fleiri ár, men kunnu sjálvandi ikki góðtaka, at landsstýrið brúkar verkfallið til at flyta rakstrarútreiðslur úr landskassanum yvir í okkara kassa. Tí hava vit í dag avgjørt, at øll undantøk, ið verða givin, hava eitt avgjald, ið fer til at fíggja útreiðslur í samband við verkfallið.