Og hann hátíðarhalda vit við at leysgeva gullklumpar frá norðurlendsku Sjúkrarøktaretisku ráðstevnuni, sum Sjúkrarøktaretiska Ráðið var vertur fyri hin 7 og 8 september í ár. Hendan ráðstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum er á hvørjum árið, har ráðini hittast at umrøða felags áhugamál. Hesuferð valdu vit at lýsa evnið ”Sprogets betydning for etikkens rum i sygeplejen” út frá ymiskum faksjónarhornum. Tað varð gjørt við at bjóða ymiskum fyrilestrarhaldarum at hava upplegg, sum vit síðan arbeiddu víðari við í plenum. Burturúr hesum spratt millum annað ein felags framsøgn, sum er at finna undir tíðindum á heimasíðuni hjá FFS.
Sum nakað nýtt, valdu vit at taka framløgurnar upp, fyri at geva fólki møguleika fyri at síggja eisini. Í tí sambandið hava vit fingið okkara egnu Youtube kanal, har fleiri framløgur longu liggja klárar:
Góðan Altjóða Etikkdag ynskist øllum