Sygeplejerskernes Samarbejde i Norden hevur í brævi í dag boðað frá, at tey stuðla verkfallinum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og vísa sín fulla solidaritet við sjúkrarøktarfrøðingunum, ið eru í verkfalli.
340.000 norðurlendskir sjúkrarøktarfrøðingar eru limir í felagnum, og hesir standa saman við okkum í stríðnum fyri at rætta skeivleikan.
Tey vísa á, at rættvís løn og ordiligar arbeiðsumstøður eru avgerandi fyri at tryggja, at yrkið eisini framyvir er áhugavert at starvast í.