Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur, at sjúkrafráveran hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á Landssjúkrahúsinum er næstan tvífaldað síðstu fimm árini, vísir eitt innlit
Landssjúkrahúsið skrásetti 1129 sjúkradagar hjá sjúkrarøktarfrøðin í 2010 og 2052 sjúkradagar fimm ár seinni. Tað vísir eitt innlit, sum útvarpið hevur fingið.
Sambært Óluvu í Gong, forkvinnu í felagnum hjá Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðinggum, kann orsøkin til vaksandi fráveruna vera, at arbeiðsumstøðurnar eru so vánaligar á fleiri deildum.
Forkvinnan í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum var herfyri í útvarpinum og segði, at sjúkrarøktarfrøðingar støðast ikki á Landssjúkrahúsinum, men fara í onnur størv, sum ikki eru í sjúkrahúsverkinum.
– Umstøðurnar eru ein møgulig orsøk, men veruleikin er, at vit vita ikki, sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum.