Ring til Jørgen, Kaj!

Í Degi og Viku í gjár ljóðaði, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, umhugsaði politiska uppílegging í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Tosað varð um, at løgtingið skuldi steðga verkfallinum. Hetta er eitt sera ógvisligt inntriv í samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, trupult at rættvísgera og eisini fullkomiliga óneyðugt. Tí við eini telefonsamrøðu við Fíggjarmálaráðið kann landsstýrismaðurin…