Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heitir á Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um ikki aftur at skerja verkfalsrættin. Hesa ferð eru tað føroysk verkafólk, ið standa fyri skotum, nú tað, ljóðar, at Fíggjarmálaráðið saman við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum leggur verkfalsrættin hjá verkafólki, ið starvast hjá landi og kommunu, fyri fasta gerðarrættin.
Um hetta málið verður koyrt í fasta gerðarrætt, er tað ikki at virða ta siðvenju, ið arbeiðsmarknaðurin er skipaður eftir. Eitt álop á tey rættindi, ið verkafólk vunnu, tá tey á fyrsta sinni skipaðu seg í fakfeløg.
Tað er sera óhugnaligt, um Fíggjarmálaráðið á øðrum sinni í eitt hálvt ár, ger seg inn á rættin hjá starvsfólki at fara í verkfall.
2. november 2023 er ein svartur dagur í føroyskari arbeiðsmarknaðarsøgu. Lat hann ikki endurtaka seg.
Limirnir hjá arbeiðarafeløgunum, ið arbeiða á almenna arbeiðsmarknaðinum, arbeiða eftir sáttmála á sama hátt, sum teir gjørdu, seinast verkfall var, og hava tí sum øll onnur rætt at fara í verkfall. At Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava útveitt samráðingarnar um hendan sáttmála til Føroya Arbeiðsgevarafelag, kann ikki taka verkfalsrættin frá einum heilum fakbólki.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar átalar somuleiðis, at Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi leygardagin legði beinleiðis eftir formanninum í Havnar Arbeiðarafelag og skýrdi hann at siga ósatt, hóast feløgini høvdu fylgt neyvt somu mannagongdum, sum hava verið brúktar í undanfarnu verkføllum. Hetta er ein óskikkur og ein atburður, ið ikki hoyrir heima hjá landsins stjórn.