Dansk Sygeplejeråd lýsir á heimasíðu síni nú sín stuðul til verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
“Øll feløg fyri sjúkrarøktarfrøðingar í Norðurlondum, stríðast sama stríð um rættvísa løn til sjúkrarøktarfrøðingar. Tørvur er á eini uppgerð við tann søguliga skeivleikan í lønini, ið hevur hildið lønini hjá sjúkrarøktarfrøðingum niðri í alt ov nógv ár. Ein skeivleiki, sum eg eisini upplivi, at danskir sjúkrarøktarfrøðingar halda vera meira og meira órímiligan. Og sum á ongan hátt hoyrir heima í londum, ið breggja sær av at hava javnstøðu millum kynini” sigur Grete Christensen, forkvinna í Dansk Sygeplejeråd og SSN, ið er Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum.
Fyrr í vikuni frættist, at SSN eisini stuðlar verkfallinum hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í verkfallinum.