Soleiðis sum ljósmøðurnar hava kært teirra viðurskifti á Landssjúkrahúsinum (LS) í fjølmiðlunum seinastu tíðina, kann almenningurin valla fáa aðra fatan, enn at eitt tað størsta arbeiðsplássi í landinum er eitt óliviligt klandurshol, har aðrir fakbólkar gera tað teir kunna fyri at pesta arbeiðsviðurskiftini hjá ljósmøðrunum.
Almenningurin kann neyvan heldur fáa aðra fatan, enn at sjúkrarøktarfrøðingarnir á barsilsdeildini eru ódugnaligir, fakliga óskikkaðir og seta føðikonur og teirra børn í heilsuligan váða. At hetta er tað, ljósmøðurnar vilja staðfesta, skilst av skemdargreinunum í almennu miðlunum.
Tann 15. juni 2017 var hendan yvirskriftin á ovasta bredda í ‘Norðlýsinum’:
SKAKANDI FRÁGREIÐING: Ljósmøðurnar fyri fakligari happing á Landssjúkrahúsinum? Viðheft greinini er ein kæra, ið telur heili 23 blaðsíður.
At vera fyri happing á arbeiðsplássinum er ein svárur tortur, men nærlesur ein kæruna, er hon meira ímerkt av kenslubornari sjálvseymkan heldur enn sinniligari lýsing av einum keðiligum trætumáli. Tí ber tað veruliga til at ljósmøðurnar kunnu verða fyri so fýrisligum ágangi, sum tær siga? Og ber tað til, at sjúkrarøktarfrøðingarnir á barsilsdeildini kunnu vera slík ómenni, sum ljósmøðurnar leggja tær undir at vera?
Var tað ikki tí, at ákærurnar ímóti okkum vóru so burtur úr vón og viti, kundu vit latið tær farið aftur við borðinum. Tí hvat er at siga ímóti so ótálmaðari jarðlegging?
Konur, ið skulu eiga, hava tørv á, at ljósmøðurnar eru um tær. Sjúkrarøktarfrøðingarnir á barsilsdeilsini hava flest allar átt, og vit sanna hvussu ómissuligur tann stuðulin var, ljósmøðurnar góvu okkum, og vit virða til fulnar tann fakliga dugnaskap tær hava. Okkara ørindi er sostatt ikki at taka okkara fakligheit fram um hana, ljósmøðurnar hava. Hin vegin kunnu vit ímynda okkum, at konur, ið eru við barn, og sum skulu inn á LS at eiga, eru skelkaðar av at lesa um ódugnaligu sjúkrarøktarfrøðingarnar, tær skulu leggja seg undir. Tann óttan vilja vit gjarna taka burtur, og vit vilja eins gjarna vissa komandi barnakonur um, at vit framyvir, eins og vit altíð hava gjørt, fara at tryggja ta professionellu umsorgan, móðir og barn hava tørv á. Vit eru púra greiðar yvir, at ljósmøðurnar hava eina framúrskarandi útbúgving, men vónandi er tað ikki so, at ein partur av teirra útbúgving er um, at sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á barsilsgongdini eru eitt slag av kastloysingum, ið hava nakrar fáar tímar í barsilssjúkrarøkt, soleiðis sum ljósmøðurnar billa fólki inn. Tað kennist ikki sørt margháttligt, at vit skulu bera í bøtuflaka fyri okkara heimild til at veita røkt til barnakonur og teirra børn. Ljósmøðurnar vita fullvæl hvørjar útbúgvingar, vit hava, og tær vita eins væl, at vit hava áralangar starvsroyndir í barsilssjúkrarøkt, umframt at fleiri av okkum hava serútbúgving í intensivrøkt av nýðføðingum og av ov tíðliga føddum børnum, eins og tær flestu av okkum hava drúgvar starvsroyndir á barsildeildum bæði uttanlands og í Føroyum.
Ljósmøðurnar vilja vera við, at tær eru tveittar út av føðideildini. Hetta hevur einki við veruleikan at gera. Vit hava ongan myndugleika til at tveita aðrar fakbólkar út av barsilsdeildini og duga heldur ikki at síggja, hvønn áhuga vit kunnu hava í at gera tað. Tað er okkara vón, at vit, ljósmøður og sjúkrarøktarfrøðingar, framyvir kunnu brúka okkara orku til at samstarva. Hvørki barnakonur ella vit, ið starvast har, hava gagn av støðuni, sum hon er.