Tað var ein hátíðarlig stund í rúmligu og ljósu Kongshøll í dag, har nýggir sjúkrarøktarfrøðingar (SRF) sýndu framm “posters” frá gransking síni, í samband við endaligu royndirnar í bachelor í sjúkrarøktarfrøði. Granskingarøkini vóru sera ymisk, sjúkrarøkt til palliativar krabbameinssjúklingar, markið millum lív og deyða, um hugburð til sjúkrarøkt til misbrúkarir, og sjúkrarøkt til psoriases sjúklingar.
Nógv fólk høvdu leitað sær oman í Kongshøll at ynskja nýggju SRF tillukku. Har vóru familja, vinfólk, starvsfelagar, har tey lesandi hava verið í starvspraktikk, leiðandi SRF frá ymisku deplunum, lærarar og starvsfólk frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar,
Har vóru røður. Maria Hammer Olsen bjóðaði vegna Sjúkrarøktarfrøðideildina vælkomin til hátíðarløtuna. SRF Súsanna Funding hugleiddi um sorgblídni at skiljast eftir lesnaðin, virði í at varveita evni at undrast í framtíðarstarvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur, og altíð at hava í huga, at fyrst og fremmst eru vit øll menniskju.
SRF Lina Hanssen helt røðu fyri tey lesandi. Hon takkaði skúlanum fyri hollan stuðul og vegleiðing, tá ein nýggjur heimur opnaði seg gjøgnum lesnaðin. Hon hugleiddi um, at nú fóru tey lesandi úr árabátinum og umborð á eitt nógv størri far, har tey nú eru novisur, klárar at nema sær arbeiðsroyndir. Hon kom eisini inn á relatiónsarbeiði um tað forkunnuga í at sleppa nær at menniskjum at skapa og varveita relasjónir, ið eru hornasteinurin í allari menniskjaligari samveru og menning.
Síðan handaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar nýggju SRF eina rósu og limanál Felagsins.
Hátíðarstundin endaði við einum felagssangi, og Sjúkrarøktarfrøðideildin bjóðaði lætt og leskiligt ábit, áðrenn fólk fóru hvør til sítt.
Fríggjadagin fáa nýklaktu SRF prógvið handa í Norðurlandahúsinum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga tillukku og góðan byr framyvir.