Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag hitst, saman við
Fíggjarmálaráðnum, hjá Semingsstovninum. Niðurstøðan á fundinum var, at
semingsroyndin bar ikki á mál.
Sáttmálin gekk út 1. Januar 2023. Vit hava nú sitið til samráðingar, síðani í apríl
mánaða. Tað eru eftir hondini 10 mánaðir síðani, at sáttmálin gekk út. Vit eru farin
bæði til samráðingarnar og semingina við nógvum boðum upp á, hvussu vit kunnu
loysa hesar trupulleikar. Tað er einki av tí, sum vit eru komin við, sum nakar hevur
tikið ímóti. Vit hava í staðin sitið yvirfyri einum parti, sum hevur endurtikið tað sama.
Frá apríl mánaða líka til nú. Tað er ikki eitt úrslit, sum vit kunnu fara við til okkara
limir.
Vit hava strekt okkum langt til hesar samráðingar og til semingina fyri at finna
loysnir. Vit hava bara sitið í einari støðu, har okkara samráðingarpartur ikki er
áhugaður í nøkrum loysnum. Vit vilja fegin hava eina loysn. Tað sýnist ikki sum, at
Fíggjarmálaráðið er líka sinnað at finna loysnirnar sum vit.
Vit hava innkallað álitisumboðini til fundar kl 13 í morgin.