Temadagar
KUNDI TÚ HUGSA TÆR:
-Altíð at vita hvat tú skalt siga, tá onkur spyr teg, hvat tað er, sum ger sjúkrarøktarfrøði til nakað serligt?
-Ongantíð at ivast í hvat tú dugir – og duga at seta orð á tað?
-At duga at greiða frá, hvat ”ósøgd vitan/tavs viden” er, og seta orð á hana?
-At duga at greiða frá hví sjúkrarøktarfrøði í dag ikki er eitt kall – men ein professionel professión, sum samfelagið hevur skapt og hevur brúk fyri?
-At kenna fakligu mørkini til aðrar starvsbólkar og duga at gera relevantar, fakligar metingar av, hvar tínar kompetansur eru neyðugar og hví?
Komið tí til TEMADAGIN UM FAKLIGAN SAMLEIKA FYRI SJÚKRARØKTARFRØÐINGAR sum FFS skipar fyri!
30.05.2018 kl. 9 – 16 á Eysturoyðar Røktar- og Ellisheimi í Runavík
31.05.2018 kl 9-16 í Starvsmannafelagnum á Havn
Her fer Mona Maria Fugloy at viðgera júst hesar spurningarnar og koma við kvalifiseraðum boðum uppá týdningin av, at sjúkrarøktarfrøðingar hava ein kláran og orðaðan Fakligan Samleika. Fakligi Samleikin lýsir tað, allir sjúkrarøktarfrødingar hava felags, uttan mun til hvat starvsøki er. At kenna sín Fakliga Samleika gevur Fakligan Stoltleika og tryggleika í starvinum.
Mona Maria er sjálv útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við 20 ára starvsroyndum og hevur starvast innan føroyska og danska heilsuverkið sum sjúkrarøktarfrødingur og sum leiðari. Harafturat er hon cand. cur. við sergrein innan fakliga menning og leiðslu (2010). Fakligur Samleiki hevur altíð havt hennara áhuga og hevur hann eisini havt hennara serliga fokus undir lesnaðinum til cand. cur. Mona Maria er eisini útbúgvin NLP Trainer, Terapeut & Coach og starvast í dag í egnari fyritøku, sum umframt terapi og coaching umfatar ymiska undirvísing og útbúgving innan NLP.
Temadagurin er ókeypis fyri limir felagsins, men tilmelding er neyðug, og skal hetta gerast við at senda teldupost til info@sjukrarokt.fo Avmarkað luttøka.