Í Degi og viku í gjár heitti Løgmaður á Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um at loysa lønartrætuna við samráðingarborðið.
Hann heitti samstundis á okkum um at geva tey undantøk, ið sjúkrahúsini bóðu um. Vit tóku áheitanina frá Løgmanni til eftirtektar og góvu umbidnu undantøk í 24 tímar, hóast vit ikki mettu, at støðan var hættislig.
Men enn er púra stilt í Fíggjarmálaráðnum. Jørgen Niclasen vísir somu líkasælu sum gjøgnum allar samráðingarnar.
Nú eru næstan tríggjar vikur, síðan Fíggjarmálaráðið havnaði okkara uppskoti um semju, og síðan tá hava vit einki hoyrt frá teimum.
So vit spyrja aftur, hvar er Jørgen?
Kanska onkur miðil kann fara at leita eftir honum?
Ella kanska Løgmaður spákar teir fáu metrarnar yvir á skrivstovuna hjá Jørgen og biður hann taka ábyrgd av ruðuleikanum, ið hann hevur skapt.
(Mynd: FMR)