– At nýggja býráðið í høvuðsstaðnum boðar frá fleiri brúkaragjøldum í eldrarøktini ljóðar ikki til vera hugsað nóg gjølla ígjøgnum, tí longu nú eru brúkaragjøld við til at vaksa um ójavnan millum teir eldru borgararnar .- bæði í Tórshavnar Kommunu og øðrum kommunum.
Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, nú forkvinnan í nýggju býráðsnevndini í Tórshavnar Kommunu – eldranevndini – boðar frá fleiri brúkaragjøldum.
– Longu í dag eru summir pensjonistar sum gjalda fyri tænastur frá heimatænastuni. Vit vilja ávarða ímóti – bæði at hækka verandi gjøld og leggja fleiri gjøld á, tí tað er ikki rætt, at allir pensjónistar í dag eru so væl fyri, at teir bara kunnu gjalda, sigur Óluva í Gong.
– Enn eru pensjónsviðurskiftini sera ymisk hjá eldri fólki, og tað koma tey eisini at verða framyvir. Ymiskleikin kemur av, at inngjaldið til pensión er sera ymsikt – frá ongum til eina landsstýrismanna pensión. Vit mugu krevja at fólk, sum hava arbeitt eitt heilt arbeiðslív hava nøkur rættindi, sum ikki brádliga eru heft at privatu fíggjarligu orkuni, sigur Óluva í Gong.
– Um ætlanin er at áleggja fleiri brúkaragjøld, so má tað eisini síggjast aftur í eini nýggjari pensjónsskipan. So mugu pensjonistar javnstillast, so allir hava nakað at gjalda við.
– Skulu pensjonistar gjalda fyri tænastur, so er minsta krav, at tænasturnar eru fakliga forsvarligar og hava eina góðsku, sum er fakliga nøktandi.
– Í dag kunnu brúkaragjøld við lóg ikki leggjast á heimasjúkrarøkt. Hetta tryggjar, at borgarar hóðast alt hava møguleika fyri ókeypis uppfylging av neyðugari viðgerð v.m. Vónandi er tað ikki hesi tilboð Bergunn Kass hugsar um at borgarar skulu gjalda fyri.
Annars fegnast Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um, at Tórshavnar Kommuna setur eldrapolitikk so ovarliga á breddan. Og eisini, at eldrapolitikkurin er tikin burtur úr trivnaðarnevndini, tí enn er útleggingin til kommunurnar ikki liðug og so er gott, at eldrapolitikkurin ikki druknar millum so nógv onnur mál.
– Vit fegnast eisini um ætlaninar at útvega alternativar bústaðir til eldri, men minna á, at samstundis verður neyðugt at styrkja heimatænastuna fyri at fólk skulu kunna búgva sum longst í egnum bústaði.