Óluva í Gong heldur fram sum forkvinna

Óluva í Gong heldur áfram sum forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Hetta gjørdist greitt, tá freistin fyri at stilla upp var úti kl 16:00 í gjár og einki mótvalevnið stillaði upp. Óluva hevur sitið sum forkvinna í felagnum síðan á vári 2012.