Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur at tað er av alstórum týdningi, at sjúkrarrøktarfrøðingarnar taka blaðið frá munninum og melda seg inn í kjakið, tá tað snýr seg um heilsu- og almennaverkið.
Gongdin hevur seinastu mongu árini verið, at fakkunleikin verður skumpaður til viks og pengarnir ráða, sigur Óluva. Teir sjúkrarøktarfrøðingar sum royna at gera vart við truplar umstøður á teirra arbeiðsplássi, verða ofta ákærdir fyri at vera illoyair mótvegis sínum arbeiðsgevara.
Ráðstevnan viðgerð m.a nær eitt starvsfólk kann úttala seg og hvørjar mannagongdir skulu fylgjast hesum viðvíkjandi.
Vit meta, at tað er okkara ábyrgd sum fakpersónar, at gera politiska skipanina varðuga við ta ávirkan og avleiðingar, teirra raðfestingar og avgerðir hava á eitt nú deildarstøði, sigur Óluva í Gong at enda.