Fyri árum síðani varð farið at rokna uppá nýtsluna av seingjarplássunum á føroysku sjúkrahúsunum. Funnið varð fram til, at allar sengur ikki vóru upptiknar allar 365 dagar í árinum. Her mátti okkurt gerast, og tí varð beinanvegin farið undir at minka seingjartalið og starvsfólkatalið. Ein faktorur, sum kundi undirbyggja avgerðina um at minka seingjartalið var, at vit høvdu alt ov langa innleggingartíð í mun til okkara grannalond, og at framtíðar viðgerðir skulu fara fram á dagdeildum.
Ongin eftirmeting er gjørd av fækkaðu songjarplássunum og minkaða starvsfólkatalinum. Øll vita, at úrslitið er ein støðugur yvirbelegningur á seingjardeildunum. Arbeitt hevur verið við innleggingartíðini, men tað hevur ikki hjálpt. Umleggingar eru gjørdar til dagvirksemi, men tað er ikki nokk. Mynduleikarnir gloymdu at taka sjúklingarnar í eið, tá ið útrokningarnar vórðu gjørdar. Veruleikin er ikki so einfaldur, at tá leiðslan hevur avgjørt, at virksemi skal verða um dagin, so koma ongar innleggingar. Eitt gott dømi um hetta er krabbameinsviðgerðin í Føroyum. Ein stoltur landsstýrismaður segði í fjølmiðlunum, at áleið ein helvt av øllum eftirviðgerðum innan økið nú fóru fram í Føroyum. Hetta vóru sanniliga góð tíðindi. Her er tó eitt men. Øll, sum kenna til krabbamein, tað veri seg starvsfólk á LS, sjúklingar ella avvarandi, vita, at viðgerðin er hørð. Neyðugt er ofta við fleiri innleggingum, meðan viðgerðin fer fram. Starvsfólkini standa púra spyrjandi og undrast. Deildirnar eru longu yvirfyltar, og sjálvt um tey kunnu gleðast yvir at sjúklingurin kann vera í Føroyum, harmast tey um, at bert pláss á eini gongd eru til taks.
Í sendingini ”Læknar undir trýsti” framgongur eisini, at atlit ikki verður tikið til seingjardeildirnar. Tað varð ført fram, at ætlaðar skurðviðgerðir ikki verða avlýstar, sjálvt um fleiri bráðskurðviðgerðir koma afturat. Ein stórur trupulleiki verður loystur við at økja kapasitetin á operatiónsgongdini. Hetta er ikki nóg mikið, og sæst hetta aftur, tá ið ein heildarætlan ikki verður gjørd fyri at loysa ein trupulleika. Avleiðingin við øktum kapasiteti á operatiónsgongini er sjálvandi, at neyðugt er at innleggja enn fleiri sjúklingar á eina longu yvirfylta deild.
Heilsumálaráðið og sjúkrahúsverkið arbeiða miðvíst við at taka alsamt fleiri viðgerðir heim til Føroya. Eg eri samd í, at vit sjálvandi skulu bjóða alla viðgerð í Føroyum, sum vit kunnu, men, tí her er aftur eitt men, hvar skulu sjúklingarnir vera.
Eg standi eftir við eini kenslu av, at runnið verður undan avleiðingunum, tá viðgerðarkapasiteturin verður øktur.
Við jøvnum millumbilum kunna føroysku miðlarnir um ótolandi støðuna á LS. Leiðslan førir fram, at tey eru greið yvir støðuna, og at arbeitt verður við málinum. Politikkarar eru frammi og átala støðuna.
Politikkararnir mugu gera sær greitt, at teir hava ábyrgd av einum vælvirkandi sjúkrahúsverki.
Seinastu árini hava vit sæð, at royndir sjúkrarøktarfrøðingar ikki vilja arbeiða undir hesum ótolandi umstøðum og velja tí aðrar leiðir.
Tað ber ikki til at reka eitt sjúkrahús við óroyndum sjúkrarøktarfrøðingum og ongum læknum. Álitið á seingjardeildunum og ambulatoriunum í føroyska heilsuverkinum eru væl útbúnir sjúkrarøktarfrøðingar, sum tora at taka ábyrgdina, eisini tá eingin lækni er til staðar. Uttan hesa arbeiðskraft er einki sjúkrahúsverk, og sjúklingurin hongur í leysari luft.
Nú er nokk tosað! So hvørt sum kapasiteturin á skurðgongini økist, og alsamt fleiri viðgerðir verða heimtiknar, má talið á seingjarplássum og sjúkrarøktarfrøðingum økjast tilsvarandi.
Leiðslur og politikkarar: Vísið í verki, at tit taka ábyrgd og loysa henda trupuleika, so vit kunnu bjóða sjúklingunum eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk, og sjúkrarøktarfrøðingunum virðiligar arbeiðsumstøður!
Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong, forkvinna