Aðalfundurin hjá Fág4 verður mánadagin 8. apríl kl 18:00 í Lucas Debesargøtu 14 við hesi dagsskrá
§9 Aðalfundur
- Val av fundarstjóra
- Val av atkvøðuteljara
- Góðkenning av dagsskrá
- Frágreiðing formansins
- Framløga av fíggjarætlan
- Val av nevndarlimum
- Innkomin uppskot
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
Ad 6) Fyri vali standa Herborg Petursdóttir, Eileen Durhuus og Sunnuva á Lakjuni. Tær stilla ikki uppaftur.
Ad 7) Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fundin. Uppskotini skulu vera skrivlig.
Eftir aðalfundin verður áhugaverd framløga við heitinum Palliatión, ber tað til í praksis? við Annu Jacobsen, heimasjúkrarøktarfrøðingi í Nánd.
Vit bjóða ein góðan bita í samband við aðalfundin.
Meldið til fundin á unnj@rodin.fo ella á tlf. 290213 í seinasta lagi mikudagin 3. apríl 2024 kl. 12.
Minnist til at gjalda limagjaldið fyri 2024 við at flyta 250,- kr á konto 9181-130.548.6 í seinasta lagi 15. mars
Møtið fjølment!
Nevndin í Fág4