Í tíðarskeiðinum 12/9 – 7/11 2022 verður stakskeiðið Venjing sum viðgerð, fyribyrging og heilsufremjan á 7,5 ECTS bjóða út á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi. Skeiðið er sera aktuelt og snýr seg um, hvussu kropslig venjing kann brúkast til at fyribyrgja og viðgera fólkasjúkur.
Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, hevur ábyrgdina av skeiðinum.
Sjá leinkju við meira kunning: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/stakskeid-venjing-sum-vidgerd-fyribyrging-og-heilsufremjan/
Freistin at melda til skeiðið er 1. september.