Stuðulskriv frá norðurlenskum sjúkrarøktarfrøðingum

340.000 sjúkrarøktarfrøðingar í Norðurlondum stuðla føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í sínum stríði fyri góðar arbeiðsumstøður, og fyri løn, ið svarar til útbúgvingarstøði, førleikar og ábyrgd. NNF, norðurlendska samstarvið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, umboðandi norska, danska, svenska, íslendska og finska felagið, stuðlar sínum starvsfeløgum í Føroyum. Sjúkrarøktarfrøðingar, og teirra serfrøði, eru lívsneyðug fyri at samfeløg kunnu veita góða og rættvísa heilsutænastu…

Herða verkfallið mikudagin 18. oktober 2023 kl. 08:00

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar skurðsjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðara og varaleiðara frá mikudegi 18. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deild:   Skurðdeildin á Landssjúkrahúsinum   Skopieindin er ikki umfatað av hesi fráðboðan…