Norðurlendskt samstarv

Í Finlandi og Íslandi hava tey ikki Sjúkrarøktaretisk Ráð, men føroyska  Sjúkrarøktaretiska Ráðið er limur í Norðurlendskum samstarvi saman við Sjúkrarøktaretisku Ráðunum í Noregi, Svøríki, Danmark og Grønlandi. Hesi hittast árliga og londini skiftast um at verða vertir. Harafturat hittast forkvinnurnar/menninir fyri Ráðini  á netbornum fundum 4 ferðir árliga.

Fyrsti norðurlendski fundurin var hildin í Oslo í 2006. Føroysku umboðini til fundin vóru Tórunn Patursson og Jana Mortensen. Forkvinnan í danska SER skrivaði eina grein í tí sambandi, sum til ber at lesa her:

nordisk-sygeplejeetik