Hevur tú hug at royna teg sum kliniskan sjúkrarøktarfrøðing í eitt ár?

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi í tíðaravmarkað starv frá 1.september 2022 til 31. august 2023. Starvsbrøkurin er 0,8 og kemur tú at hava kliniska ábyrgd á eldrasambýlinum Giljagarði í Leirvík (starvsbrøkur 0,4) og sum heimasjúkrarøktarfrøðingur (starvsbrøkur 0,4). Tú kemur at starvast í dagtímum gerandisdagar. Brøkurin á Giljagarði er umframt vanligu normeringina og í…

22 nýútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar

Partur av endaligu próvtøkuni til sjúkrarøktarfrøðing er at miðla ta gransking sum bacheloruppgávunar byggja á. Hetta hevur seinastu árini verið gjørt við, at hava eina framsýning við ”postarum” , har bacheloruppgávunar verða lýstar. Í gjár var hendan framsýning  í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Ein áhugaverd framsýning, ið setur sjóneykuna á gransking innan sjúkrarøkt í Føroyum. Gransking,…

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar óynsktir

Summarið stendur fyri durðum og tað merkir, at avloysarar skulu fáast til vega fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, so hesir fáa hildið sína summarfrítíð. Í fleiri ár hevur verið avbjóðandi at fáa nokk av summarfrítíðaravloysarum og í so máta er árið í ár einki undantak. Um dagarnar frættist, at danska vikarstovan Powercare lýsir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til avloysarastørv á…

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Oddagrein: Dinosaurar

Í skrivandi stund komu aftur boð um, at semingsstovnurin varð boðsendur. Hesu ferð er talan um Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Stutt frammanundan var talan um Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið. Eg siti og undrist yvir gongdina, samstundis sum eg fái tankan, at tað er semingsstovnurin, sum hevur fingið ábyrgdina av at gera sáttmálar og leggja lønarlagið á…