Partarnir í samráðingunum millum Lønardeildina og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava sent boð eftir semingmanninum.
Ætlanin var at undirskriva nýggjan sáttmála fyrrapartin, men ein óloystur spurningur stóð eftir, sum gjørdi at felagið ikki kundi undirskriva nýggja sáttmálan.
– Vit hava góðkent sama lønarkarm, sum hini feløgini, og vit hava givið okkum nógv, sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum.
Knúturin, sum er komin í, er um ein lønarspurning fyri ein serligan bólk av sjúkrarøktarfrøðingum.
Terje Sigurðsson, semingmaður, hevur verið á fundi við samráðingarnevnina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og skal seinni í dag á fund við Lønardeildina.
Aftaná boðar semingsmaðurin frá, um semingsstovnurin heldur, at grundarlag er fyri at fara undir eina semingsroynd ella um semingsstovnurin metur, at partarnir skulu taka samráðingarnar uppaftur.
kl. 17.13: Semingmaðurin roynir seming og kallar til nýggjan fund mikudagin ella hósdagin í næstu viku. Felagið hevur latið semingsmanninum alt tilfar um samráðingarnar.
Mynd: Terje Sigurðsson, semingsmaður