Tíggju fakfeløg í føroyska sjúkrahúsverkinum skera út í papp, at teirra áhugamál er at vera til gagn fyri allar føroyingar, men at teir ikki sleppa at fremja sítt aðaláhugamál, tí ein minniluti situr við øllum avgerðarvaldinum á heilsufakliga virkseminum á Landssjúkrahúsinum. Hesin minnilutin forðar teimum í at útinna teirra fakliga virksemi.
Tá ið heili tíggju fakfeløg, ið umboða heilsustarvsfólk, ið annars áttu at verið til gagn fyri allar føroyingar, ikki sleppa at útinna teirra fakliga yrki, orsaka av einum diktatoriskum minniluta, er eingin onnur niðurstøða møgulig, enn at hesir fakbólkar eru til onga nyttu sum er. Tað er sanniliga ikki gott. Tíbetur kunnu hesir fakbólkarinir vísa á, hvussu allir føroyingar skulu fáa gagn og gleði av teirra fakligu førleikum.
“Tíðin er komin at hyggja at leiðslubygnaðinum í sjúkrahúsverkinum við eini dagføring.”
Er tað tað, ið tørvur er á, fyri at bjarga sjúkrahúsverkinum, so er tað, ið skal verða gjørt. Tveir fakbólkar eru ikki við í yvirlýsingini, nevniliga læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Hesir báðir fakbólkarnir eru ikki partar í loysnini, ið skal gera Landssjúkrahúsið soleiðis skikkað, at tað kann verða til gagn fyri allar føroyingar. Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar eru tvørturímóti sjálvur trupulleikin.
“Depulsleiðslurnar mugu vera fakliga fjølbroyttar, so tær endurspegla starvsfólkahópin.”
Gamaní. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara neyvan at gremja seg um at sleppa úr depilsleiðslunum, og fyri tað eru tað ikki sjúkrarøktarfrøðingar, ið skilmarka leiðslubygnaðin ella samansetingina av depilsleiðslunum. Hin vegin eru sjúkrarøktarfrøðingar sannførdir um teirra heimild til at vera umboðað í leiðslunum, men tað í sjálvum sær er ikki ein forðing fyri at aðrir fakbólkar kunna verða umboðað.
Teir tíggju fakbólkarinir, ið vilja vera leiðarar í stjórn og depilsleiðslunum, eru sannførdir um, at tey fara at tryggja betri útgreining og viðgerð av sjúklingunum – av órannsakandi orsøkum er sjúkrarøkt ikki nevnd við einum orði, hóast tað er røkt, innlagdir sjúklingar hava størsta tørvin á.
Betri uppfylging til borgararnar fara teir tíggju fakbólkarnir eisini at syrgja fyri. Tá ið nakað kann verða gjørt betri, er tað vanliga tí, at tað arbeiði, sum verður gjørt antin ikki er nóg gott ella at tað ikki verður gjørt.
Nú skuldi verið løgið um teir tíggju fakbólkarnir ikki fara at vísa hesari metingini aftur: “Tað er ikki tað vit siga! Tú leggur okkum orð í munnin, vit ongantíð hava talað!” Jú tað er júst tað, ið verður sagt.
Yvirlýsingin er eitt beinleiðis framhald av tí lítisvirðingini av sjúkrarøktarfrøðingunum, ljósmøðurnar almannakungjørdu í fjølmiðlunum herfyri.
Tað sama gjørdi forkvinnan fyri heilsurøktaranar, tá ið hon tann 6. juni í Degi og Viku legði verandi leiðslur undir at avmarkað teirra virkisøki. Sum fakfelagsleiðari fyri heilsurøktararnar átti hon at vita, at tað ikki eru sjúkrarøktarfrøðingar ella aðrir fakbólkar, ið avmarkað virkisøkið hjá heilsurøktarum. Tað er teirra útbúgving, ið avmarkar teirra fakligu førleikar.
Sum skilst av yvirlýsingini eru sjúkrarøktarfrøðingar – og læknarnir kanska eisini – til størri skaða enn gagn fyri sjúklingarnar.
Og eitt kann ein vera samdur við teir tíggju fakbólkarnar um: Tað er hættisligt, at heilsustarvsfólk, ið ikki duga at útgreina og viðgerða sjúklingar – sum ikki syrgja fyri uppfylging til borgararnar, og sum eru meinbogar fyri trivnaðin hjá starvsfólkunum á Landsjúkrahúsinum, forða fakbólkum, ið duga sovorðið betur, at sleppa at mannað leiðslurnar.
Avvarðandi myndugleikar eiga at fáa slíkt óskil í lagi sum skjótast. Tá ið tað er fingið í lagi, vænta vit sjálvandi, at teir tíggju stravsbólkarnir tryggja, at sjúklingarnir eisini fáa ta sjúkrarøkt og ta læknavivðgerð, teimum tørvar. Kunnu teir ikki syrgja fyri tí, kann ein hava illgruna um, at tað ikki er fordómsleyst gagn fyri allar føroyingar, yvirlýsingin snýr seg um, men at hon í veruleikanum skal verða til gagn fyri teir tíggju starvsbólkarnar.
Men lat okkum skoða yvirlýsingina úr einum positivum sjónarmiði, tí vit eru hóast alt sannførd um, at teir tíggju fakbólkarnir vilja tryggja best møguligar umstøður fyri sjúklingarnar. Tey fara at vera um sjúklingarnir alt samdøgrið, hvønn einasta dag, hvørt einasta vikuskifti, hvørja einastu høgtíð – stutt sagt hvønn einasta tíma alt árið og ikki sum nú, einans gerandisdagar frá kl. 7-8 á morgni til klokkan 4 seinnapartin. Nei, tilkallivaktirnar eru ikki gloymdar!
Tað tykist sum teir tíggju fakbólkanir hava eina sannføring um, at sjúkrarøktarfrøðingar yvirmeta sínar leiðslu- og fakligu førleikar, og at hetta er støðið undir tí yvirræði, teir meina, sjúkrarøktarfrøðingar hava tikið sær.
Eftir øllum at døma eigur tað ikki at vera leiðslubygnaðanum at gagni, at sjúkrarøktarfrøðingar er størsti starvsbólkurin á Landssjúkrahúsinum og tann fakbólkurin, ið er mest um sjúklingarnar, og sostatt tann fakbólkurin, ið samskipar tilgongdina fyri hvønn einasta sjúkling, ið verður innlagdur á Landssjúkrahúsið.
Tað svarar ikki til pástandin um, at ein minniluti hevur avgerðarvaldið fyri, hvussu teir tíggju fakbólkarnir røkja sínar uppgávur. Tað er tað eingin ið forðar teimum í.
Nakað annað er, at tráar mann eftir at koma í leiðslu á einum stovni, ið hevur so nógvar ymiskar fakbólkar sum Landssjúkrahúsið, talar tað ikki fyri góðum leiðsluførleikum at byrja sína ‘wannabe’ yrkisleið við at fara í fjølmiðlaranar við einari lítisvirðing av teimum fakbólkunum, ein hevur illvilja til.
Tað fer í hvusssu so er ikki at stimbrað trivnaðin á Landssjúkrahúsinum framyvir. Um ikki annað áttu sálarfrøðingarnir at vita betur. Vónandi duga teir tíggju fakbólkarnir at síggja, at handan yvirlýsingin ikki er til gagn fyri nakran, og var hon betur ógjørd.
William Smith