Eftir drúgvar og truplar sáttmálasamráðingar, varð semingsstovnurin boðsendur 24. august.
12. september innkallaði semingsstovnurin Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar til seming tó uttan at tað bar á mál.
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag havnað semingsuppskotinum.
Nevndin vil nú brúka teir næstu dagarnar at umhugsa støðuna.