Samstørv í Føroyum
Innlendis samstarvar Sjúkrarøktaretiska Ráðið (SER) við eina røð av felagsskapum og einstaklingum. Hóast samstarvi við Etiska Ráðið og Siðafrøðisnevnd Psykologfelagsins kann variera, liggur tó fast, at umboð fyri hesi trý ráðini hittast minst einaferð árliga. Endamálið er at luta vitan og royndir sínámillum og at fyriskipa felags tiltøk. SER samstarvar eisini javnan við áhugabólkar undir Felagnum Føroyskir Súkrarøktarfrøðingar (FFS) um tiltøk, og poddarnir verða framleiddir í samstarvi við Kringvarp Føroya. Yvirhøvur eru vit opin fyri og leita upp samstarv um øll mørk, um bara tað fremur endamálið við SER. Grundarlagi undir øllum er, at alt okkara virki byggir á góða samstarvi, vit hava við FFS.