Felagið

Endamálið við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er at savna sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum.

Arbeiði felagsins fevnir um at taka sær av teirra fakligu, lønar- , og fyriskipanaráhugamálum, umframt at fremja gott samanhald felagsliga.

Skrivstovan heldur til í felagshúsunum í L. Debesargøta 14 í Tórshavn.

Opið er:
Mánadag, týsdag og fríggjadag kl. 9-13.
Hósdag kl. 12-16.
Mikudag er stongt

Til ber eisini at ringja á telefonnummar 31 13 09 ella senda teldupost til info@sjukrarokt.fo